Gjaldstreytir

Prísir
Prísir eru í donskum krónum (DKK).

Gjaldshættir
Gjaldast kann við Dankorti (FR-korti) og Visa/Dankort. Goldið verður umvegis gjaldsveg hjá Nets. Gjaldskortsupplýsingar verða sendir beinleiðis til Nets. Ferðist hevur ikki atgongd at síggja teir.

Bílegging
Bílegging og ein kvittan verða send við telduposti, beinanvegin goldið er.

Iðranarrættur
Vísandi til “Forbrugeraftaleloven §17 stk. 2 saman við §9 stk. 2 nr. 2a” er keyp av atgongumerkjum ikki umfatað av iðranarrætti. Møgulig umsitingargjøld verða ikki endurgoldin.

Ábyrgd
Verður tiltakið avlýst, verður peningurin fyri bílegging fluttur aftur á konto hjá kundanum, men Ferðist tekur ikki ábyrgd av øðrum tapi hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, ið er knýtt at avlýsingini. Eru partar av skránni avlýstir, men tiltakið verður, so verða bíleggingar ikki endurgoldnar.