Um okkum

AT FERÐAST Í EGNUM LANDI

Upplivingarnar, ljósu løturnar, ið vit høvdu sum børn, sita ofta steinhøgdar í minninum. Ofta var løtan ikki  annað enn ein lagalig løta eitt ljóst summarkvøld. Tað, vit minnast best aftur á, var gandurin í løtuni, nærveran – og kanska eina SKIPSKEKS.

Ofta er tað dulda beint fyri eygunum, og kanska uttan at vit geva okkum far um tað, eru Føroyar eitt skattkamar av upplivingum.

„Ferðist í egnum landi“ er átak, sum føroyingar hava gjørt til føroyingar. Vit hava savnað og sett saman pakkar við upplivingum og lagt okkum eftir, at okkurt skal vera til bæði ung sum eldri. Eingin orsøk er at avlýsa summarferiuna.

Ferðist í egnum landi er samstarv millum Visit Faroe Islands, kunningarstovur, kommunur og ferðavinnufelagið. Tað er kunningarstovan í Havn, ið umsitur heimasíðuna og nethandilin.

Hava tit spurningar ella boð til okkara, ber til at finna okkum á Facebook og senda okkum eini boð har. Eisini ber til at senda boð umvegis teldupost á torsinfo@torshavn.fo ella við at ringja á tlf. +298 302 425.